Tað hevur verið sera tungt at fáa sólhita fram í Føroyum, men í dag kunnu vit prógva, hvussu úrslitagóðar sólhitaskipanir, lagaðar til føroyskar umstøður og veðurlag, eru.
Vit hava verið varnir í sølu okkara av sólorkuskipanum, men flest allar okkara skipanir, ið eru seldar, eru seldar við "munn til munn" metoduni. Kundar okkara hava sostatt selt hesar skipanir.
Vit ynskja bert nøgdar kundar, og kundin eigur at kunna krevja, at hann fær eina 1. flokks service, at orkuútbúnaðurin er egnaður til tað, ið kundin ynskir at brúka hann til, og - ikki minst - at kundin skal kenna seg tryggan.
Ein avtala er ein avtala.